Boel Føroyar

Nú er prull.fo fari eitt stig víðari, og í samstarv við Boel Denmark ApS kunnu vit nú selja nærum alt innanfyri stovnsøkir og til onnur støð har kropsligt virksemi verður framt. Boel hevur eitt stórt og breitt úrval av innbúgvi, útgerð, spæliplássum og øðrum leikum til stovnar, skúlar og ítróttarfeløg.

Boel Danmark hevur meir enn 25 ára royndir innan økið, og tí kunnu vit við góðari samvitsku, geva tykkum ta hjálp, og vegleiðing tit hava tørv á.

Úrvalið er stórt, og stórur dentur verður lagdur á, at gera børn og onnur virkin. Við nýskapandi vørum har motorikkur og rørsla verður høgt raðfest, men ongantíð so at trygdin og góðskan má svíða fyri tí.

Vit síggja framm til gott samstarv, og fara regluliga at senda ymiskt sølutilfar út við teldupostið, og fara at veita vørulistar. Og sjálvandi eisini hava kundavitjanir. :)

Vinarliga heilsan

Jógvan Rasmussen.
Ejer / Owner

prull.fo
Víkarvegur 10
340 Kvívík

Telefon: + 298 531000

prull@prull.net

www.prull.fo